Innanlands

Lastin hjá Arctic Voyager deild til trý virkir

Arctic Voyager hevur landað sild í Fuglafirði

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2018-11-07 13:20 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Arctic Voyager kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skulu landa ein part av veiðuni.

Arctic Voyager, sum hevur verið á sildaveiðu í altjóða sjógvi, hevur landað ein part av veiðuni til Pelagos í Fuglafirði, og í dag skulu teir landa eitt sindur til Vestmanna Seafood, og síðan verður tann minsti parturin lastaður í bilar, sum fara til Hvalda við sildini.

Arctic Voyager er tað skipið, sum í løtuni fiskar flestu menningarkvoturnar fyri tey ymsu feløgini, sum fingu lutað menningarkvotu.

Talan er um feløgini Delta Seafood, Steintór, TG Fish og Vestmanna Seafood.

Umframt sild, so skal Arctic Voyager eisini fiska svartkjaft, sum felagið Jókin hevur fingið tillutað í menningarkvotum.

Umframt menningar kvotur, so eigur Arctic Voyager eisini kvotur til at fiska sild og svartkjaft, sum reiðaríið Jókin hevur keypt á uppboðsølu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder