Seinastu 12 mánaðirnar - í tíðarskeiðnum juli 2025 til juni 2026 - útfluttu Føroyar fyri knappar 14, milliardir krónur, sum eru 1,4 milliardir - 10,9 prosent - meira enn undanfarnu 12 mánaðirnar, skrivar Hagstovan.
Fiskavøruútflutningurin var um 13,5 milliardir krónur - eisini ein vøkstur á 1,4 milliardir - ella 11,8 prosent.
Sambært Hagstovuni er útflutningsvirðið av flestu fiskasløgunum vaksið, meðan útflutningsvirðið á fóðri og fiskamjøli er minkað.
Útflutningsvirðið á laksi vaks nærum 700 milliónir krónur - 11,9 prosent - meðan nøgdin vaks næstan 22.000 tons - ella 22 prosent.
Útflutningsvirðið á toski er vaksið knappar 290 milliónir krónur - ella 22,9 prosent. Útflutta nøgdin er vaksin við 3,4 prosentum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald