Fyrr í summar lá norska farmaskipið Rotsund á Havnini. Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, og har hitti hann, millum aðrar, skiparan Jóhan Kristiansen, frá Gjógv.
Menn vóru blíðir og aftaná eitt Guds orð og bøn, var høvið til prát um skip og sigling.
Tá Johan var spurdur, hvat Rotsund var fyri skip, svaraði hann:
- Rotsund er upprunaliga eitt frystifarmaskip, eitt sokallað “Reefer-Boat”. Tað er bygt í 2006, er 80 metrar langt, 16 metrar breitt og lastar 1900 tons. Síðstu árini hevur tað tó mest siglt við alifóðri millum Skotland og Ísland og millum Skotland og Norra-
- Hvat gera tit so á Havnini?
- Tá vit sigla til Íslands, sigla vit framvið Føroyum. Hava vit tørv á at fáa smiðir umborð, steðga vit á í Føroyum. Tað er eisini tí vit nú liggja á Havnini, har Mest ger viðlíkahald umborð, segði hann.
- Um veturin etur laksurin væl minni, so tá hava vit betri tíð. Tá lasta vit av og á frystan uppisjóvarfisk í Íslandi ella í Føroyum, og sigla hann til Póllands, Litava ella aðrastaðni. Er veðrið keðiligt, so hava vit eisini tíð at bíða nakrar dagar í Føroyum, til tað batnar, segði Jóhan.
- Viðhvørt fylla vit skipið í Skotlandi og sigla tað til fóðurgoymslur í Norra. So sigla vit aftur til Skotlands, lasta tað við fóðri og sigla tað til Íslands, segði hann.
- Hóast vit sigla mest uppá “Vestfirðirnar” í Íslandi, noyðast vit inn á Reykjavík hvønn túr. Síðani Bretland fór úr ES, er íslendska kravið, at myndugleikin, sum varðar av alifóðrinum, ið kemur inn í landið, skal kanna umleið 10 % av lastini. Tað leingir um túrarnar og er tí eitt sindur keðiligt, segði Jóhan.
Manningarskifti í Føroym
Tað er norska felagið Froy-Shipping, sum eigur skipið. 9 mans eru við og tvær manningar hoyra til skipið. Sum oftast er manningarskifti í Føroyum, tí tað er høgligast. Tá liggur Rotsund sum oftast á Miðvág. Tað er langt at ferðast til og frá skipinum bæði í Skotlandi og Íslandi, men í Føroyum er stutt til flogvøllin.
- Eg kom umborð her í 2012 og trívist væl. Flestu av manningini eru normenn og vit finna væl útav tí, segði Jóhan Kristiansen, skipari.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald