Innanlands

Enniberg riggar til at fiska kongafisk

Enniberg hevur landað 486 tons av rækjum í Noregi, og fer nú á kongafiskaveiðu.

Enniberg kom á Havnina í gjár (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Enniberg kom á Havnina í gjár (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2026-08-22 12:38 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Trolarin Enniberg kom í gjár á Havnina, har skipið skal leggja um til kongafiskaveiðu.

Enniberg hevur verið á rækjuveiðu við Svaldbard, og byrjaði túrin 5. juni.

Skipið hevur júst landað 486 tons av rækjum í Kårvika, og setti síðani kós móti Føroyum.

Nú verður rækjuútgerðin koyrd í land, og skipið rigga til at fara á kongafiskaveiðu, og loyst verður í komandi vikur.

Hendan túrin var Karl Danielsen skipari. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder