Sjómannadagurin í Klaksvík er í dag, og tað byrjaði veruliga nú tá seglskipini løgdu at bryggju klokkan 10.
Klokkan hálvgun tíggju byrjaði stóra morgunmatarborðið á bryggjuni og klokkan 10:45 byrjar virksemi á stóra pallinum.
Karl Johansen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin og síðani setur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Føroya Sjómannadag.
Síðani verða alskyns tiltøk á pallinum. Føroyameistarakapping í at vinda hespu upp í noða, kasta langlínu, agnskering, skipalistakviss, egnikappng, trølbøting opg mangt annað.
Klokkan 13 letur Føroya átiligasta fiskaborð upp. JFK bjóðar Fisk & Chips, Bakkafrost bjóðar laks, og Christian í Grótinum bjóðar royktan makrel.
Alt er ókeypis á Sjómannadegnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald