2018-08-07 18:55
Grønlendska uppsjóvarskipið Tuneq landaði í gjár til Pelagos.
Upplýst verður, at Tuneq landaði 200 tons av makreli til Pelagos í gjár, sum teir hava fiskað í grønlendskum sjógvi.
Tuneq hevur eitt sindur eftir í lastini, men av tí at makrelurin, sum er eftir ikki er nóg feskur, verður restin møguliga landað til Havsbrún, har makrelurin verður framleiddur til mjøl og lýsi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald