Fleiri av uppsjovarskipunum liggja við bryggju, nú tey hava fiskað lodnukvotuna ella steðgur er komin í við svartkjaftafiskiskapinum.
Í Runavík liggja Gøtunes og Tróndur í Gøtu, sum hava fiskað lodnu seinastu tíðina. Skipini hava fiskað kvoturnar, og nú verður ymiskt arbeiði gjørt umborð, áðrenn skipini fara á svartkjaftaveiðu síðst í mars mánað.
Birita og Tummas T liggja eisini á Runavík, men hesi skipini hava ikki lodnukvotu.
Í gjár kom uppsjóvarskipið Borgarin úr Klaksvík á Havnina, har ymiskt skal gerast umborð hjá Mest í Havn. Skipið fer tó ikki uppá bedingina, og arbeiðið væntast at taka eini tvær vikur.
Norðborg liggur eisini á Havnini. Skipið fær eina stóra dagføring, og verður liggjandi á Havnini til í august mánað.
Á Hulki liggur Arctic Voyager, meðan Fagraberg liggur á Søldarfirði. Fagraberg er tó lagdur, og fer ikki aftur í vinnu í sambandi við at skipið verður avloyst 1. mars.
Á Klaksvík liggja Jupiter og Vestmenningur, meðan Hoyvík, Katrin Jóhanna og Vesturbúgvin liggja á Kollafirði.
Hóast flestu skipini liggja, so eru nøkur til fiskiskap.
Christian í Grótinum og Norðingur eru í løtuni á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald