2026-03-11 14:33
Verksmiðjutrolarin Emerald verður nú riggaður til at fara á rækjuveiðu, eftir at hava landað í Havn.
Emerald kom á Havnina fríggjadagin, har skipið landaði 540 tons av fløkum, 100 tons av fiskamjøli og 8 tons av lýsi.
Skipið hevur fiskað í norska partinum av Barentshavinum, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Emerald fer nú á rækjuveiðu, og loyst verður í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald