Reiðaríið P/f Regn á Toftum hevur undirskrivað sáttmálað um eitt framkomið frystilínuskip, sum kemur í flotan á summri í 2028.
- Hetta er ein verkætlan, sum vit hava arbeitt við í fleiri ár, og hetta er ein gamal dreymur hjá mær, sigur Anfinn Olsen, reiðari í Framherja, sum eigur felagið, sum letur nýggja skipið byggja.
Skrokkurin verður gjørdur í Póllandi, og síðani skal hann sleipast til Stadyard skipasmiðjuna í Noregi, har skipið skal gerast liðugt.
P/f Regn eigur í dag frystilínuskipini Stapan og Jógvan I, og enn er óvist um nýggja skipið skal avloysa annað ella bæði skipini.
Fortreytirnar munandi betri í dag fyri at byggja slík skip
Anfinn Olsen hevur í fleiri ár droymt um at byggja eitt framkomið línuskip.
Felagið P/f Regn á Toftum hevur drúgva søgu innanfyri línuvinnuna. Pápi Anfinn, Jógvan Ingvard Olsen, hevði fyrsta Stapan, sum bleiv bygdur í Vestmanna, og síðani hava tríggir verið í flotanum aftaná, sum Anfinn Olsen hevur rikið.
- Fortreytirnar fyri at byggja slík skip eru munandi broyttar í dag í mun til fyri nøkrum árum síðani, sigur Anfinn Olsen, sum meinar við bæði rakstur og veiðuvirðið.
- Prísurin er blivin munandi hægri fyri frystan fisk enn fyri nøkrum árum síðani, og so eru tað eisini loyvini og kvoturnar, sum eru eitt sterkari grundarlag undir slíkum verkætlanum, sigur reiðarin.
Anfinn Olsen ynskir tó ikki at upplýsa hvat nýggja skipið fer at kosta, av tí at endaligi kostnaðurin ikki er heilt endaligur enn.
Reiðarin leggur aftrat, at seinastu árini hava føroyingar keypt triðja ættarliðið av frystilínuskipum úr Noregi, men nú kunnu føroyingar eisini vera á sama støðið sum norsk reiðaríir.
Ein liður í at fyrireika seg til framtíðina
Seinastu árini hevur Framherji gjørt nógvar íløgur í nýggj skip.
Á summri í 2022 kom Akraberg í flotan, sum kostaði umleið 300 milliónir, nýggi Høgaberg kom í flotan fyri einum góðum árið síðani, og kostaði umleið 350 milliónir krónur, í vikuni kom nýggi Fagraberg í flotan, sum kostar 250 milliónir krónur, og Framherji letur í løtuni ein nýggjan frystitrolara byggja í Skagen, sum kostar 180 milliónir krónur.
Tilsamans eru hetta íløgur fyri beint omanfyri eina milliard krónur, men íløgurnar eru neyðugar, sigur reiðarin.
- Fyri at vit skulu kunna vera við í kappingini á marknaðinum, og fáa sum mest burturúr, so er neyðugt hjá okkum at hava so góð amboð sum gjørligt, og harvið fáa besta úrslitið og prísin, sigur reiðarin.
Hann leggur afturat, at hetta eisini er ein liður í at børnini hjá sær og Elisabeth Eldevig, sum hevur verið álitið hjá Anfinni Olsen øll árini, fyri nøkrum árum síðani komu uppí eigaraskarðan eisini og skulu vera við at mynda felagið.
Hjúnini Anfinn Olsen og Elisabeth Eldevig hava seinastu árini rikið Framherja, men nú eru teirra fýra børn eisini komin í felagið (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hóast íløgurnar eru høgar, sum Framherji hevur gjørt, so er talan um neyðugar íløgur, tí skipini vóru blivin gomul og tá gerast tey eisini dýrari í rakstri.
Vit spurdu reiðaran um útlitini fyri einum slíkum skipi, og her svarar reiðarin ágrýtin, at útlitini eru góð.
- Umstøðurnar fyri skiparasktri broytast allatíðina. Oljuprísirnir sveiggja nógv, prísirnir fara upp og niður og kvotur hækka og lækka eisini fleiri ferðir, men fyri at vit skulu kunna tryggja okkum at vera so kappingarfør sum gjørligt, hugsaðu vit at hetta var rætta loysnin fyri okkum, sigur Anfinn Olsen, reiðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald