Í fjør fingu samtrolararnir Hamranes og Breiðanes stórar umbyggingar í Thyborøn.
Nú hava teir verið í vinnu í nakrar mánaðir, og manningin letur væl at.
Teir hava ligið á Runavík í tveir dagar, har smávegis viðlíkahald var gjørt.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, og har hitti hann, millum aðrar, Gunnar Hjaltason, sum er maskinmaður umborð á Breiðanesi.
Uppá fyrispurning hvussu gongdin hevur verið síðani umbyggingarnar, svarar hann:
- Tað hevur gingið væl við fiskiskapinum. Tað hava verið ávísar avbjóðingar við til dømis ísmaskinini og verksmiðjuni, men nú er tað við at rigga heilt væl.
- Tá so nógv verður gjørt við tvey gomul skip, kann man nokk rokna við, at ymiskar tillagingar mugu gerast fyrstu mánaðirnar. Tað er eisini tað vit hava upplivað, sigur Gunnar.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
- Skipini orka væl betri at sleipa trolini, hóast vit hava tyngri vektir og hava longri breidlar. Motorarnir eru væl størri enn teir gomlu, og tí brenna teir eisini nakað meiri, sigur Gunnar.
- Hvar landa tit?
- Skipini hoyra heima í Hvalba og vit landa fast til flakavirkið har. Síðsta túr høvdu vit umleið 250.000 pund, ella 125 tons. Størri parturin var upsi, men so høvdu vit eisini væl av hvítum fiskið. Tað var ein góður túrur, sum vardi eina viku, sigur Gunnar Hjaltason.
Sjómanstrúboðarin læs eitt Guds orð og bað fyri skipunum og manningunum.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald