Tá hetlendingar, væntandi í summar, byrja at skjóta rakettir upp frá oynni Unst, kann roknast við at partar av rakettunum fara at detta niður norðan fyri Føroyar. Hetta kann koma at órógva skipaferðaluna nakað, men ikki nógv.
Týska rúmdarfyritøkan Rocket Factory Augsburg, RFA, roknar nú við, at fyrsta rakettin verður skotin út “einaferð eftir 1. juli” í ár. Talan verður um fyrstu veruligu lodrættu rakettútskjótingina úr Bretlandi.
Kósin er eystan fyri Føroyar
Sambært tekning, sum fyritøkan hevur almannakunngjørt, fær rakettin kós norðureftir eystan fyri Føroyar, og lutir av rakettunum fara at detta á sjógv onkra staðni eystan fyri Ísland.
Útskjótingarloyvini, sum RFA hevur givið innlit í, vísa hvørja ávirkan hetta kann hava á havleiðirnar norðan fyri Hetland.
Tveir lutir av rakettini fara væntandi at falla til jarðar aftur. Talan er um lutirnar tey kalla ‘first stage’ og ‘fairing’.
‘First stage’ – fyrsta stigið – er ein partur av rakettini, ið verður tveittur burtur fyri at sleppa undan vektini, tá brennievnið er brúkt.
‘Fairing’ er okkurt slag av verndarkápu, sum liggur uttan á oddinum á rakettini. Tá rakettin er komin upp í eina ávísa hædd, er ikki neyðugt við hesum longur.
![]()
Her sæst hvar lutirnir falla
Báðir hesir partarnir verða sleptir, meðan rakettin er á leiðini úr Hetlandi móti Jan Mayen, og væntað verður at hesir lutir søkka skjótt eftir at hava rakt vatnskorpuna, skrivar ShetNews.
Rakettfyritøkan upplýsir, at tað ikki er møguligt at hava útgerð til staðar at savna hesar lutir upp úr sjónum. Umhvørviságóðin av hesum stendur ikki mát til tann innsats, ið skal gerast fyri at finna lutirnar aftur.
Les eisini: Gera klárt til fyrstu rakettútskjóting
RFA vissar í umsókn síni um, at lutirnir ongantíð fara at raka sjógv nærri enn 12 fjórðingar frá nærmastu strond.
Talan er um eitt øki frá Unst og norðureystur úr Íslandi, sum fevnir um 108.000 ferfjórðingar, upplýsir RFA í umsóknini.
Órógvar skipaferðsluna nakað
Men tey skip, ið sigla í økinum verða kanska órógvað av rakettvirkseminum. RFA skrivar, at tað so at siga einans eru farma-/tangaskip og fiskifør, sum ferðast á hesi leið. Og talið av skipum er ikki stórt – í miðal 4,2 skip um dagin á øllum hesum stóra økinum.
Men í hægstu makrel- og sildavertíð kann roknast við væl meiri skipaferðslu, og hesi skip fara at fáa eina ávaring um ‘sannlíkindini fyri frífallandi ruski’ orsaka av rakettútskjótingarvirkseminum.
![]()
SaxaVord Spaceport (Mynd: RFA)
Í skjølunum, sum ShetNews hevur fingið innlit í, verður eisini gjørt vart við, at tað liggur eitt ‘memorandum of understanding’ millum bretsku stjórnirna og stjórnirnar í Føroyum og Íslandi. Og her stendur eisini, at FRA fer at stremba eftir at lutir frá rakettunum ikki skulu falla niður í íslandskum sjóøki.
Fráboðanir til flogfør og skip verða sendar stjórnunum í Føroyum og Íslandi, og RFA fer á sjálvum útskjótingardegnum at hava eitt vakið eyga við sjóferðsluni fyri at tryggja at onki fiskivinnuvirksemi í føroyskum øki verður sett í vanda.
Eisini er avtala gjørd við Noreg um at onki rusk skal falla niður innan fyri 12 fjórðingar frá strondunum í Jan Mayen og Noregi.
Kavbátavirksemið økt
Í einum váðaskjali, sum SaxaVord Spaceport gjørdi í september í fjør, verður víst á, at útskjótingarnar kunnu ávirkast av hernaðarligum virksemi, serliga orsaka av øktari russiskari sigling á leiðunum.
Her verður upplýst, at russiski norðurflotin hevur tørv á at brúka sokallaða ’Greenland-UK Gap’ GUIK, ella Norðsjógvin til tess at sleppa út í Atlantshavið við sínum skipum. Og her verður nevnt, at bara í oktober 2019 løgdu tíggju russiskir kavbátar leiðina úr Kola-hálvoynni fyri at luttaka í virksemi í Atlantshavi.
- Endamálið við hesum var eftir øllum at døma at royna russisku førleikarnar at sleppa ósæddir gjøgnum 'the GUIK-gap’ og út í Atlantshavið, stendur at lesa her, og lagt verður afturat.
- Svarið var at sjóvirksemi hjá Nato í áhugaøkinum hjá rakettstøðini, er vaksið munandi við nógv størri kavbátavirksemi, skrivar ShetNews.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald