Innanlands

Gulllaksur og svartkjaftur landaður á Tvøroyri

Tummas T hevur landað gulllaks og Tróndur í Gøtu landar svartkjaft á Tvøroyri

Tummas T (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Tummas T (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-04-30 20:05 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipini Tummas T og Tróndur í Gøtu eru bæði komin inn at landa.

Tummas T hevur landað 550 tons av gulllaksi til Varðan Pelagic, sum skipið hevur fiskað vestan fyri Føroyar. 

Tá ið liðugt var at landa, fór Tummas T á Runavík at liggja til skipið fer aftur til fiskiskap.

Tróndur í Gøtu hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar, og hevur 1.500 tons við til lands.

Svartkjafturin verður landaður til matna hjá Varðanum Pelagic.

Tá ið Tróndur í Gøtu hevur landað, skal Gøtunes landa til Varðan Pelagic.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder