2026-04-28 20:34
Hjá Havsbrún hava tey úr at gera við at virka svartkjaftin, sum skipini fiska sunnanfyri Føroyar.
Jupiter landar í løtuni 2.400 tons av svartkjafti og síðani skal Christian í Grótinum landa 3.500 tons, Fagraberg 2.800 tons og Borgarin 2.400 tons av svartkjafti.
Allur svartkjafturin skal landast til ídnað hjá Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald