Hetta er eitt afturvendandi tiltak annaðhvørt ár, har høvið verður at royna alskyns fiskasløg og sjógæti ókeypis. Stigtakararnir vilja við hesum bjóða yngri sum eldri at royna nakað av tí, sum okkara havumhvørvi fostrar. Endamálið er at vísa, hvat okkara høvuðsvinnur liva av eins og at vísa á týdningin, sum føði úr havinum hevur fyri heilsuna hjá okkum øllum.
Allan leygardagin frá kl.11 til kl. 16 kunnu fólk úr øllum landinum njóta nógv av tí náttúrutilfeingi, sum føroyska samfelagið hevur atgongd til. Portalurin fer at fylgja hesum spennandi tiltakinum og fara vit longu Dýrabiðjudag at lata dyrnar upp til henda sera spennandi pallin við samrøðu við ein av stigtakarunum Birgir Enni.
Í hesum sambandi verður eitt spildurnýtt búmerki fyri "Grynnutiltakið" avdúkað. Tað hevur ein av okkara frægu listamonnum, Anker Eli Petersen teknað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald