Innanlands

Vikmar avdúkar landslag á botni

Nú er havbotnurin frá Stongini og til Mjóvanes kortlagdur. Tað er Vikmar eXplorer, sum hevur gjørt hetta arbeiðið, og tað sæst ókeypis á fishin.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-09-24 20:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vikmar eXplorer hevur áður kortlagt Høgnaboða og vísti hvussu hesin sær úr. Nú er hetta økið víðkað, og umfatar 174 km2, frá Stongini og til Mjóvanes.

- Vit vita øll hvussu alt sær út á landi, á mánanum osv. Men havbotnurin kring oyggjarnar kenna vit ikki neyvt, sjálvt um vit liva av tí sum er í havinum, sigur fyritøkan Vikmar í skrivi.

Jarðarskorpan er fevnd av 70 prosent hav og 30 prosent landfast øki, men av hesum 70 prosentunum, eru bert 20 prosent kortløgd.

Kortini eru há-upploysilig, og tí síggjast nógvar detaljur. Vikmar hevur eisini gjørt tað møguligt at síggja tvey skipsvrak í hesum økinum. Dømi um hetta kann síggjast omanfyri.

Vikmar hevur lagt fiskikort ókeypis á www.fishin.fo so øll hava møguleika at síggja botnin har og t.d. brúka hetta tá fiskað verður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder