Innanlands

Glyvursnes aftur í fastari sigling

Farmaskipið Glyvursnes var í Føroyum aftur í dag fyri fyrstu ferð síðani desember mánaða

Glyvursnes (Savnsmynd: Preben Andersen)

Glyvursnes (Savnsmynd: Preben Andersen)

2025-05-04 19:41 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Farmaskipið Glyvursnes var aftur á Havnini í dag, eftir at skipið er umvælt aftaná syrgiligu vanlukkuna í januar, sum kravdi eitt mannalív.

Glyvursnes lá í Hirtshals tann 2. januar tá ið ein spreinging var í maskinrúminum.

Tríggir mans, sum vóru í maskinrúminum tá spreingingin hendi, vórðu fluttir á sjúkrahús.

Manningin fór beinanvegin undir at sløkkja eldin.

Seinni bleiv Glyvursnes sleipað til Frederikshavn, har skipið skuldi umvælast og arbeiðið hevur tikið fýra mánaðir.

Í sambandi við at Glyvursnes skuldi umvælast, so leigaði Smyril Line farmaskipið Lista at røkja farðleina hjá Glyvursnesi.

Lista varð bygt 2011 á Odense Staalskibsværft og er 193 metrar langt og 26 metrar breitt, og munandi størri enn hini farmaskipini hjá Smyril Line.

Glyvursnes fór av Havnini aftur í kvøld, og hevur nú set kós móti Íslandi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder