
Uppsjóvarskipið Jupiter úr Kollafirði er selt til Klaksvíkar, og kvoturnar fylgja við skipinum.
- Vit undirskrivaðu keypið hósdagin, men endaliga yvirtøkan hevur ikki verið enn, av tí at alt skal góðkennast áðrenn av kappingareftirlitinum og Vørn, sigur Jón Rasmussen, sum er ein av eigarunum aftanfyri reiðaríið í Klaksvík, og skipari á Norðborg.
- Vit hava keypt Jupiter við kvotum, og tað eru kvoturnar, sum er tað áhugaverda hjá okkum við hesum keypinum, av tí at vit skulu styrkja grundarlagið undir okkara virksemið, sigur Jón Rasmussen.
Jupiter hevur havt heimstað í Kollafirði seinastu góðu tvey árini, og tað er Jógvan Martin Ferjá, sum hevur átt skipið.
Jupiter hevur júst landað í Thyborn í Danmark, og fer nú aftur á svartkjaftaveiðu, at fiska seinasta av kvotuni, sum felagið eigur av svartkjafti. Talan er um eini 600 tons.
Vit spurdu Jón Rasmussen hvat ætlanin er við jupiter, og her svarar reiðarin stutt og greitt, at skipið skal seljast.
- Jupiter er í rættuliga góðum standi, og sær gott út. Skipið er sera lítið brúk tá ið man hugsar um at skipi er 22 ára gamlat, og tí vænta vit at Jupiter er lættur at selja víðari, og tað liggur eisini í kortunum hjá okkum, sigur Jón Rasmussen.
Jón Rasmussen ynskir ikki at upplýsa hvat felagið hevur keypt Jupiter og kvotur fyri, og sigur til endans, at skipið skiftir ikki navn, men fer at fáa heimstað í Klaksvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald