Innanlands

Arctic Voyager landar í Fuglafirði

Arctic Voyager landar 1.900 tons av svartkjafti til Havsbrún

Arctic Voyager bíðaði eftir landingartørni á Havnini (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Arctic Voyager bíðaði eftir landingartørni á Havnini (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2025-05-03 11:24 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Arctic Voyager landar í løtuni 1.900 tons av svartkjafti í Fuglafirði.

Arctic Voyager hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.

Arctic Voyager fer aftur á svartkjaftaveiðu tá ið liðugt er at landa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder