Innanlands

Stór undirtøka fyri skeiði í trolbøting

Føroya Fiskimannafelag skipar í hesum døgum fyri skeiði í trolbøting á fólkaháskúlanum

(Mynd: Føroya Fiskimannafelag)

(Mynd: Føroya Fiskimannafelag)

2025-11-12 23:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag byrjaði skeið í trolbøting á fólkaháskúlanum. Gravgangur hevur verið at sleppa á skeiðið.

Tað er Føroya Fiskimannafelag, sum skipar fyri. Hetta er eitt skeið í trolbøting, ætlað øllum, sum meta seg vera óroynd at bøta trol.

Talan er um eitt sindur av teori, men fyri tað mesta undirvísing í trolbøting í verki.

Luttakararnir læra at bøta vanlig net, so sum hol og tungur, seta stykkir í, møguliga spleysa og gera ymiskar knútar og annað.

Pláss er fyri 16 luttakarum, og ætlanin er at hava eitt nýtt skeið aftur fyrst í komandi árið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder