2025-11-11 18:16
Grønlendska uppsjóvarskipið Polar Amaroq skal landa svartkjaft til Havsbrún.
Polar Amaroq hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar, og fiskiskaurin hevur verið hampiligur.
Av tí at hann sigur storm, gjørdu teir av at seta kós móti Fuglafirði, har veiðan skal landast.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald