2025-11-12 18:12
Trolbátarnir Sigatindur og Jens Leon eru báðir komnir á Leirvík, har bátarnir skulu landa veiðuna.
Sigatindur hevur 14.000 pund, har meginparturin av veiðuni er havtaska.
Sigatindur hevur fiskað í fýra dagar á Skeivabanka, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Hjá Jens Leon hevur hilnast betri hendan túrin.
Jens Leon hevur umleið 30.000 pund við til lands, sum trolbáturin hevur fiskað norðan fyri Føroyar.
Helvtin av veiðuni er upsi, meðan nakað av toski og longu eisini er í lastini.
Jens Leon (Savnsmynd: Skipalistin)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald