Innanlands

Christian í Grótinum skal landa í Fuglafirði

Christian í Grótinum skal landa 2.500 tons til Havsbrún

Christian í Grótinum (Savnsmynd: John Harald Østervold)

Christian í Grótinum (Savnsmynd: John Harald Østervold)

2025-11-10 12:23 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum skal landa 2.500 tons av svartkjaft til Havsbrún.

Christian í Grótinum hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar, men fiskiskapurin hevur verið heldur slakur.

Veiðan verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder