Innanlands

Mest yvirhálar motorin hjá Ljósafell

- Vit yvirhála høvuðsmotorin, og so gera vit annað smávegis viðlíkahald, tá vit nú eru hjá Mest. Hetta er ein gamalt skip, sigur maskinstjórin Þórvaldur Már

2025-11-10 22:03 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í nakrar dagar hevur íslendski ísfiskatrolarin Ljósafell, frá Fáskrúðsfirði, ligið hjá Mest í Havn. Trolarin hevur mangan fyrr verið til viðlíkahald hjá Mest.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í dag. Har hitti hann maskinstjóran Þórvaldur Már.

Uppá fyrispurning hvat gerast skal við skipið, svarar hann:

- Vit yvirhála høvuðsmotorin, og so gera vit annað smávegis viðlíkahald, tá vit nú eru hjá Mest.

- Hetta er ein gamalt skip.

- Ja, tað er bygt í Japan í 1973. Høvuðsmotorurin var skiftur í 1986. Síðani er skipið longt og hevur fingið nýggj spøl og aðrar dagføringar eru gjørdar. Tí er skipið í góðum standi, hóast sín høga aldur, sigur hann.

Hava keypt nýtt skip
- Felagið sum eigur Ljósafell hevur keypt nýggjan trolara, sum skal avloysa hendan. Tað er Þórunn Sveinsdóttir frá Vestmannaoyggjunum. Hon er bygd í 2010 og lastar væl meiri enn hesin. Tí verður hesin trolarin óivað lýstur til sølu, tá tann nýggi verður klárur. Hann skal yvirtakast í mars 2026 og so skal girið yvirhálast, sigur hann.

- Hvussu hevur gingist við fiskiskapinum?

- Fiskiskapurin hevur gingist væl. Vit royna mest eftir tosk, hýsu, upsa, og so fiska vit eisini kongafisk. Vit liggja vanliga um 100 tons um vikuna. Fiskurin verður landaður til flakavirkið á Fáskrúðsfirði, sigur Þorvaldur.

15 mans sigla við Ljósafell og 20 hoyra til. Flestu teirra búgva á eysturlandinum.

Sjómanstrúboðarin læs eitt bíbliuorð og bað fyri skipi og manningini.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu!


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder