placeholder
Innanlands

Lívgandi at onkur hugsar um okkum

Akraberg fór í dag á sín triðja túr. Jólapakkarnir frá sjómanstrúboðaranum vóru við

(Mynd: Torleif Johannesen / Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Torleif Johannesen / Føroyska Sjómansmissiónin)

2022-10-27 19:50 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í dag fór frystitrolarin Akraberg av Fuglafirði við kós móti Barentshavinum. Hetta er triðji túrurin hjá nýggja trolaranum. 24 mans eru við og skipari er Erland Olsen.

Sjómanstrúboðarin var umborð við jólapakkum í dag. Har hitti hann kokkin og nakrar av manningini.

- Vit takka fyri jólapakkarnar, hóast vit vóna at vera aftur áðrenn jól. Pakkarnir fløva, tí tað er bæði rørandi, hugnaligt og hugaligt at fáa jólagávu frá fólkið vit ikki kenna.

Tað sigur Drago, sum er kokkur við Akrabergi. 

- Vit eru útgjørdir til at vera burtur á jólum, tí dunnur og annað gott til jóladøgurðan er komið umborð. Sjómaðurin veit ikki frammaunndan hvussu fiskiskapurin verður, og tí ræður um at vera fyrireikaður, sigur Drago.

Sjúrðarberg fekk eisini jólapakkar í dag. Teir fara eftir ætlan avstað aftur sunnukvøldið, og fara eisini upp í Barentshavið. 

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder