Innanlands

P/f Hvalnes eigur nú Jupiter

Jupiter hevur nú fingið heimstað í Klaksvík

Jupiter hevur nú fingið heimstað í Klaksvík (Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Jupiter hevur nú fingið heimstað í Klaksvík (Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2025-06-26 17:05 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað var tíðliga í mai, at Kappingareftirlitið fekk eina umsókn inn, har felagið Hvalnes í Klaksvík ynskti at keypa uppsjóvarskipið Jupiter við kvotum.

Vit hava í dag 26. juni, og í dag hevur skipið fingið heimstað í Klaksvík, og eigarin er P/f Hvalnes, sum eisini eigur garnabátin Gudrun, og uppsjóvarskipið Norðborg.

Hvat Jupiter er seldur fyri vita vit ikki, men skipið er selt við kvotum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder