Innanlands

Siglir uppá átta havnir í seks londum

Sjómanstrúboðarin vitjaði á Halgafelli hjá Samskip í Runavík í farnu viku

Bohdan Piven, stýrimaður (Mynd: Sjómansmissiónin)

Bohdan Piven, stýrimaður (Mynd: Sjómansmissiónin)

2025-06-28 17:07 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í farnu viku var farmaskipið Halgafell hjá Samskip á Runavík

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð. Hann fekk tá eitt prát við stýrimannin Bohdan Piven.

Tá hann varð spurdur hvørja rutu teir sigla, svaraði hann: 

- Rutan hjá okkum liggur føst. Tá vit nýta Reykjavík sum útgangsstøði sigla vit soleiðis:

Reykjavík, Grundartangi, Reykjavík. So sigla vit til Vestmannaoyggjar, og haðani á Runavík áðrenn kósin verður sett móti Rotterdam í Hollandi.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

- Lidnir í Rotterdam sigla vit til Cuxhaven í Týsklandi, so til Gøteborg í Svøríki og síðan til Århus í Danmark. Síðani verður kósin sett móti norðri. Vit koma aftur á Runavík áðrenn vit sigla víðari til Reykjavík. Tá eru tvær vikur farnar síðani vit fóru úr Reykjavík, sigur hann.

- Halgafell kann hava umleið 700 bingjur á 20 føtur ella 350 bingjur á 40 føtur umborð. Vit sigla við ymiskari vøru, ja, nærum allari vøru, sum passar í bingjurnar. Úr Føroyum er tað mest feskur fiskur, sum skal til Rotterdam. Vit eru 11 mans við og vit eru umborð í fýra vikur, og hava so frí í fýra vikur. Tað er ein góð skipan, sigur Bohdan. 

Manningin fekk kristiligan lesnað og heilsanina: Góðan túr og Jesus fylgi tykkum!

Teimum og sjofólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder