
Matvørumyndugleikin í Kina, GACC, hevur boðað Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá, at hann kemur á eftirlitsvitjan í Føroyum í døgunum 7.-13. september 2025.
Umboð frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, saman við umboðum frá Uttanríkistænastuni, hava verið á fundi við GACC og framsett ynski um at útflyta fiskamjøl og lýsi umframt fleiri fiskasløg til matna úr Føroyum til Kina, og í vár undirskrivaði landsstýriskvinnan so tvær protokollir, eina um veiddan fisk v.m og eina um fiskamjøl og lýsi.
Nú ynskir GACC at vitja bæði virkir, skip og frostgoymslur, og eisini er ynski um at vitja virkir og skip, sum framleiða fiskamjøl og lýsi, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.
Virkir og skip, sum eru á Kinalista, kunna fáa eftirlitsvitjan, og í tí sambandi er neyðugt at hava skjøl og annað dagført.
Sambært Heilsufrøðiligu starvsstovuni er enn ikki ásett, hvørji virkir og skip verða vitjað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald