Innanlands

Fyrsta nýggja skipið hjá Smyril Line sjósett

Sjósetingin eydnaðist væl og skipið kemur í flotan seinni í ár

(Mynd: Smyril Line)

(Mynd: Smyril Line)

2026-02-12 17:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrr í vikuni varð fyrsta av tveimum nýggjum skipum sjósett. Sjósetingin eydnaðist væl, og skipið kemur í flotan seinni í ár, sigur Smyril Line.

Um nakrar mánaðir verður seinna skipið sjósett.

Nýggju farmaskipini fara at styrkja verandi rutunetið hjá Smyril Line, og eftir ætlan fara tey í sigling í 2026.

Skipini eru sonevnt ro-ro-skip, sum eru 190 metrar til longdar og hava 3.300 sokallaðar lane metrar til treylarar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder