Finnur Fríði hevur landað fyrstu lastina av lodnu í Føroyum, og uppsjóvarskipið er farið aftur til fiskiskap eftir lodnu í íslendskum sjógvi.
Gøtunes, sum eisini hoyrir til Varðan, hevur eisini sett kós móti lodnufeltinum og Christian í Grótinum liggur á Ánunum og riggar seg til fiskiskap eftir lodnu.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2026/02/08/890x590/1770583073mkv1seslpj.webp)
Finnur Fríði á lodnuveiðu í íslendskum sjógvi (Savnsmynd: Sigmund av Teigum)
Gøtunes hevur eina kvotu á 1.574 tons eins og Finnur Fríði, meðan Christian í Grótinum hevur eitt vet meira - 1.719 tons.
Uppsjóvarskipini fiska lodnu við nót og á leiðini, har skipini royna eru eisini íslendsk og grønlendsk skip.
Christian í Grótinum liggur í Ánunum og riggar seg til at fara á lodnuveiðu (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Umframt Gøtunes, Finn Fríða og Christian í Grótinum so hava eisini Norðborg, Tróndur í Gøtu og Høgaberg fingið lodnukvotu í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald