Reiðaríið Thor økir nú um flotan við einum frystiskipið, sum er útgjørt til at fiska goggur og krabba.
Thor hevur keypt norska frystiskipið Nord Vista, sum kemur í føroyska flotan, verður upplýst av reiðarínum. Reiðaríið ynskir ikki at upplýsa søluprísin, men sigur at teir eru nøgdir við avtaluna.
Thor arbeiðir í løtuni við nøkrum verkætlanum fyri skipið, sum ikki skiftir navn, men verður skrásett í Føroyum.
Nord Vista er bygt í 1989 á Fiskestrand Værft í Noregi. Skipið er 38,1 metrar langt og 8,5 metrar breitt.
Høvðusmotorurin er ein Alpha Diesel 6L23/30.DKV við 1.100 hestakreftum, og pláss er fyri einum manningartalið á 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald