Innanlands

Navigare yvirtikið triðja skipið

Felagið í Søldarfirði økir stigvíst um flotan

Hav Coral er nýggjasta skipið hjá Navigare í Søldarfirði (Mynd: Navigare)

Hav Coral er nýggjasta skipið hjá Navigare í Søldarfirði (Mynd: Navigare)

2026-02-10 18:06 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Seinastu mánaðirnar hevur Navigare í Søldarfirði yvirtikið trý farmaskip, sum felagið hevur chratra, og fjórða skipið verður yvirtikið í vikuni.

- Vit hava júst yvirtikið Hav Coral, og er hetta triðja skipið í hesum klassanum, sum vit hava chartra, sum man kallar tað, sigur Álvur Højgaard, stjóri í Navigare.

Hini skipini, sum eru systurskip hjá Hav Coral, eru Hav Amber, Hav Ametyst og fjórða skipið er Hav Sardis.

Umframt hesi fýra skipini, sum Navigare hevur leigað, so byggir felagið fýra nýggj farmaskip í Hollandi.

[object Object]

Hav Coral (Mynd: Navigare)

Talan er um fýra systurskip, sum eru 90 metrar lang og lasta 5.300 tons.

Fyrsti skrokkurin bleiv sjósettur í januar, og verður latin reiðarínum í summar.

Hav Coral, Hav Sardis, Hav Amethyst og Hav Amber, sum Navigare hevur leigað, eru ikki so kallaði sjálvlossarar við gravimaskinu á dekkinum. Nakað, sum hevur myndað felagið seinastu mongu árini.

- Vit hava ikki valt at gera hesi skipini til sjálvossarar av tí at vit ikki meta at tað er neyðugt fyri hesi skipini, sum koma at sigla í fríðari sigling í Evropa, sigur Álvur Højgaard stjóri, men leggur tó aftrat, at tey fýra farmaskipini, sum felagið letur byggja í Hollandi øll vera sjálvlossarar.

Navigare hevur í løtuni 17 skip í flotanum, umframt at onnur skip sigla fyri felagið.

Í sambandi við at Navigare byggir nýtt, so skulu nøkur av eldri skipunum seljast, sigur Álvur Højgaard, reiðari

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder