Innanlands

Thor borið við land á Tinganesi

Garnaskipið Thor bar fyrr í kvøld við land á Tinganesi. Skipið er nú leyst aftur og hevur lagt at við Vestaru bryggju

2026-02-10 22:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dagføring kl. 23:20: Thor er leysur aftur, og Pressarin hjá Mest hevur trýst garnaskipið til kei á Vestaru bryggju. Løgreglan stóð fyri teimum og fór eisini umborð.

--

Garnaskipið Thor hevur borið við land á Tinganesi. Hetta er hent fyri løtu síðani.

Á MRCC fingu tey boðini fyri einum korteri síðani ella so, og royna nú at finna útav hvørjum tað er brúk fyri, fyri at fáa skipið leyst aftur.

Vit hava eisini verið í samband við Tórshavnar Havn, men har kundu tey einki upplýsa um hendingina.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder