Fyri nøkrum døgum síðan fór fyrstilínuskipið Stapin úr Føroyum við kós móti Flemish Kap, har føroyska kvotan í ár er 1.600 tons í rundari vekt, og talan er um felagskvotu, og ikki eginkvotu, sum kemur illa við hjá frystulínuskipunum.
Av tí at kvotan er so lítil, og ikki skipað sum eginkvota, so fara helst øll frystilínuskipini yvir á Flemish Kap at fiska í ár, og nú eru fleiri í tali í mun til undanfarin ár.
Hálvdan Gudmundsen, sum er formaðurin felagnum línuskip, hevur úttalað seg í miðlunum um, at hann heldur at hetta kemur illa við, av tí at talan er um so lítla nøgd, og tí so lítið í part til hvørt skipið.
Hálvdan Gudmundsen hevur víst á, at fyrr tá ið kvotan hevur verið so lítil, sum hon er í ár, hava skipini býtt um kvotur, soleiðis at tey skipini, sum fara til Flemish Kap fáa fulla last, og lata aðrar kvotur í býti til tey skipini, sum ikki fara yvir, men soleiðis verður ikki í ár og vísir formaðurin í felagnum línuskip til lógina um sjófeingi, sum sigur at hetta ikki er í tráð við kunngerðina longur.
Føroysku frystilínuskipini eru Eivind, Jákup B, Jógvan I, Kambur, Klakkur, Pison, Polarstjørnan, Sandshavið, Stapin og Vesturhavið.
Siglingartíðin úr Føroyum til Flemish Kap liggur um eina viku, og veiðan verður landað í Føroyum.
Eivind er í løtuni til fiskiskap við Grønland, meðan hini, sum ikki hava sett kós móti Flemish Kap, eru til fiskiskap undir Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald