Innanlands

Kambur komin á Kollafjørð

Frystilínuskipið kom á Kollafjørð í gjár við umleið 340 tonsum av frystum fiski

Kambur (Savnsmynd: Gorm Niclassen)

Kambur (Savnsmynd: Gorm Niclassen)

2026-06-11 15:49 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Frystilíuskipið Kambur kom á Kollafjørð í gjár, har skipið skal landa.

Kambur fór til fiskiskap 23. mars, og byrjaði túrin í Eysturgrønlandi, og fór síðani til Flemish Kap at royna aftaná. 

So at siga alt er toskur, sum Kambur hevur við til lands, og veiðan verður landað í Kollafirði, har tað er Frozen Fish, sum stendur fyri arbeiðnum at landa Kamb.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder