2026-06-01 07:53
Uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna kom í gjár á Fuglafjørð, har skipið skal landa svartkjaft.
Katrin Jóhanna hevur verið á svartkjaftaveiðu eystanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Veiðan verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Tá ið liðugt er at landa, fer Katrin Jóhanna aftur til fiskiskap eftir svartkjafti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald