Innanlands

Vónarljós gjørt góðan snellutúr

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í dag, tá Vónarljós kom á Klaksvík. Hann htti feðgarnar Eyðólv og Hera Vang

(Mynd: Sjómansmissiónin)

(Mynd: Sjómansmissiónin)

2026-06-12 20:08 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Á middegi kom útróðrarbáturin Vónarljós, fyrrverandi Norðsøki, á Klaksvík. Tað sást týðiliga, at báturin hevði nógvan fisk inni og tí var tað við spenningi, at sjómanstrúboðarin vitjaði umborð.

Har hitti hann feðgarnar, Eyðólv og Hera Vang, sum vóru partur av manninngini og eru fróðarmenn. Heri førdi orðið, meðan “gamli” fylgdi við og kom við onkrari viðmerking.

- Vit hava roynt á Suðureysturlandi Íslands við snellu. Túrurin er góður, hóast vit hava gjørt onkran skjótari og størri túr enn hendan, sigur Heri, sum er skipari.

- Vit hava fiskað í átta dagar og so tekur tað umleið trý samdøgur at sigla aftur og fram.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

- Vit hava umleið 63.000 pund. 50.000 pund er toskur og restin er stórur upsi, sigur hann.

- Prísurin er góður bæði fyri toskin og upsan, so vit eru væl nøgdir og takksamir fyri túrin, sigur Heri Vang.

Fimm mans vóru við. (Teir eru óivað partur av "útróðrarlandsliði føroyinga" :-))

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder