Seinastu vikurnar hava fleiri íslendsk skip lagt leiðina til Føroyar, har tey skulu í dokk há Mest.
Jón Kjartansson hevur seinastu vikurnar ligið í dokkini á Skála, har ymiskt viðlíkahald er gjørt við skipið. Eitt nú er aksiltrekk, skift zink og mála botnin gjørt við skipið, sum nú liggur á Havnini.
Á Havnini liggur eisni Ásgrimur Halldórsson, sum seinastu vikurnar hevur staðið á beding hjá Mest í Havn, har ymiskt viðlíkahald er gjørt við skipið, og við keiina í Havn hevur Barðið ligði, har ymsikt er gjørt.
Í dag er Hoffell komið á Skála, har skipið skal í dokkina á Skála, har fólkini hjá Mest eisini skulu gera ymiskt viðlíkahald við skipið.
Íslendsku skipini hava seinastu tíðina fiskað svartkjaft, men eins og hjá okkum, so eru kvoturnar nógv minkaðar, og tí eru stundir nú til at viðlíkahalda skipini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald