Innanlands

Ein túrur bleiv til trý ár

Tá Dina á Fløghamri sum 18 ára gomul fór sín fyrsta túr, visti hon ikki, um tað fór at blíva meiri enn tann eini túrurin. Fyri kortum valdi hon loksins at fara í land aftur – trý ár seinni

(Privatmynd)

(Privatmynd)

2026-07-01 20:31 Author image
Danjal av Rana
placeholder

21 ára gamla Dina á Fløghamri er ein av fáu kvinnunum, sum hava valt at arbeiða á sjónum.

Hon hevur seinastu tíðina siglt við frystilínuskipinum Jógvani I av Toftum. Tey royna eftir toski og hýsu, fyri tað mesta undir Føroyum og í Íslandi, men eisini onkran túr til Grønlands og Flemish Kap.

Hon fór sín fyrsta túr í 2022, men hevur nú valt at fara í land aftur.

[object Object](Privatmynd)

- Tað var forvitni, sum fekk meg at royna hetta. Eg vildi royna okkurt nýtt og helt, at hetta virkaði spennandi. Eg arbeiddi við fiski áðrenn eisini, sum bløðgari hjá Bakkafrosti og havi altíð fiska nógv sjálv og verið til útróðrar. So hetta var kanska eitt nátúrligt næsta stig, sum eg vildi royna, sigur hon.

- Av tí at eg visti, at vildi royna hetta, so tók eg trygdarskeið og heilsuváttanir í góðari tíð. Eg ringdi runt til ymiskar skiparar og at enda var tað ein, sum beindi meg til skiparan á Jógvani I, sum eg so fekk kjans við, greiðir hon frá.

- Tað hjálpir onkuntíð at kenna onkran, men tað týdningarmesta er at ringja runt og halda seg framat, og verða klárur, tá kjansurin kemur. Knapliga er onkur farin í land og ein maður manglar, sigur hon.

[object Object](Privatmynd)

Upprunliga ætlaði hon bara at fara ein túr, men tað endaði so við at gerast trý ár.

- Mær hevur dámað sjólívið sera væl. Mær dámar væl frælsið í tí. Tá eg eri heima, so havi eg ordiliga frí. Tað eru tvær manningar við Jógvani I, so vit eru seks vikur úti og seks heima, greiðir hon frá.

Manningin er ung, og tey finna væl út av tí saman, og fylgjast eisini eitt sindur, tá tey eru heima.

- Aldurin verður eitt sindur gloymdur, tá man er til arbeiðis umborð, men tað er gott at hava onkur javnaldrandi rundan um seg kortini, sigur hon.

Dina á Fløghamri greiðir frá, at hon var sera væl móttikin av monnunum umborð.

- Meg minnist satt at siga ikki so nógv av fyrsta túrinum. Tað er jú eitt heilt nýtt umhvørvi, so tað var nógv at seta seg inn í. Men tað gekk væl og eg bleiv biðin um at sigla fast við beinanvegin, fortelur Dina.

[object Object](Privatmynd)

Hon heldur, at tað týdningarmesta fyri at eydnast umborð er áhugin fyri fakinum.

- Tað er sum so líka mikið, hvør tú ert, ella um tú ert sterk ella ikki. Um tú kemur umborð og ikki spyrt, so kemur tú ikki langt. Halt teg framat, spyr nógv og ver ikki bangin fyri at arbeiða, sigur hon.

Hóast hon nú sjálv er farin í land, so eggjar hon øllum at royna sjólívið.

- Nógvar gentur spyrja, hvussu tað er og eg sigi altíð, at um tær hava hug, so skulu tær fara ein túr. Tað er eitt sera hands- on arbeiðið og man lærir sera nógv, ikki bara um fisk og fiskiskap, men eisini um maskinarí og annað, sigur Dina á Fløghamri.

--

Fleiri greinar í røðini

Dina á Fløghamri: Ein túrur bleiv til trý ár

Andreas Winther Klit: Dreymurin er at føra trolara



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder