Innanlands

Stelkur tikin úr vinnu næstu vikurnar

Tvey bløð eru brotnaði á skúrvuni hjá trolaranum Stelki, og tí verður trolarin liggjandi næstu vikurnar.

Stelkur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Stelkur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-10-07 10:54 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Trolarin Stelkur, sum Varðin eigur, hevur seinastu dagarnar ligið einsamallur á Runavík, sum er heldur óvanligt.

Vanliga partrola Stelkur og Bakur undir Føroyum, men av tí at Stelkur hevur fingið skaða á tvey av bløðunum á skrúvuni, kann skipið ikki vera í vinnu, og tí verður Rankin brúktur til at partrola saman við Baki.

Bløðini skulu framleiðast, og tí verður Stelkur liggjandi í umleið 10 vikur tilsamans.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder