Innanlands

Varðin yvirtekur Dunga Jákup síðst í mánaðinum

Varðin yvirtekur nýggja frystitrolaran síðst í oktober.

Dunga Jákup á tekniska royndartúrinum í síðsta mánað (Savnsmynd: Gorm Niclassen)

Dunga Jákup á tekniska royndartúrinum í síðsta mánað (Savnsmynd: Gorm Niclassen)

2026-10-05 09:15 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Reiðaríið Varðin letur í løtuni ein nýggja frystitrolara byggja hjá Mest á Skála, og eftir ætlan verður trolarin yvirtikin síðst í oktober.

Talan er um ein frystitrolara, sum er góðar 44 metrar langur og knappar 12 metrar breiður.

Skipið hevur ein verksmiðju, sum kann frysta 40 tons um samdøgrið, og Dunga Jákup hevur ein framkomnan Wartsila-25 motor við 2611 Hestum.

Hetta er ein motorur, sum brennur lítið og sum er gjørdur klárur til at verða umbygdur til grønar loysnir.

Tað var í februar í 2024, at tað gjørdist alment at Varðin og Mest høvdu undirskrivað sáttmálan um nýggja frystitrolaran, sum skuldi avloysa Rankan, sum Varðin seldi til Sandavágs nakrar mánaðar frammanundan.

Dunga Jákup skuldi eftir ætlan latast reiðarínum í summar, men ymsar seinkingar hava gjørt, at skipið verður handað í heyst ístaðin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder