Svartkjaftur kann ikki longur kann brúkast til alifóður. Fiskiskapurin hevur mist MSC-góðkenningina sum burðardyggur fiskiskapur, tí strandarlondini eru ikki samd um fiskiskapin. Tey gera ikki, sum ICES mælir til. Tað visti FM1 at siga í tíðindunum á middegi.
Tað er ikki tó tí, at stovnurin er illa fyri. Góðkenningin fellur burtur í dag.
Men einasti fóðurframleiðarin i Føroyum, Havsbrún í Fuglafirði, verður ikki raktur av vantandi góðkenningini beinananvegin, tí virkið í eina tíð hevur goymt mjøl, gjørt úr øðrum fiskasløgum, til laksafóðurframleiðsluna.
Virkir. sum framleiða fóður, arbeiðas víðari fyri at finna eina loysn á trupulleikanum, men tað lann taka nakað av tíð verður mett, sambært FM1-tíðindunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald