Innanlands

Stapin farin aftur til fiskiskap

Stapin fór aftur til fiskiskap í gjár.

Stapin ávegis til fiskiskap í gjár (Mynd: Gorm Niclassen)

Stapin ávegis til fiskiskap í gjár (Mynd: Gorm Niclassen)

2026-10-06 08:53 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Frystilínuskipið Stapin fór í gjár aftur til fiskiskap eftir at hava verið á beding í Noregi seinastu vikurnar. 

Eitt nú er dekkið á verksmiðjuni vatnblást, plátur skiftar og so er alt málað. Dragiholið er sandblást og málað, umframt nógv annað er gjørt við skipið.

Báðir ljósmotorarnir skuldu yvirhálast, men ístaðin vóru teir skiftir. Harafturat er alt skipið málað og annað viðlíkahald gjørt. Tí hevur arbeiðið tikið umleið tvær vikur longrið enn upprunaliga ætlað.

Stapin fer nú at royna undir Føroyum í nakrar dagar, og síðani verður kósin sett móti Flemmish Kap.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder