Innanlands

Umleið 1500 tons verða landað á Tvøroyri

Jupiter kom á Tvøroyri seinnapartin

2018-10-25 22:20 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Jupiter kom á Tvøroyri í dag, har teir skulu landa.

Jupiter hevur verið á sildaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Veiðan - umleið 1500 tons, verður landað til uppsjóvarvirkið Varðin Pelagic.

Tá ið Jupiter hevur landað, verður farið aftur á sildaveiðu.

placeholder
placeholder