Í gjárkvøldið kom útróðrarbáturin Fagraenni á Toftir at landa. Teir høvdu verið á Føroya banka og roynt, og fiskiskapurin var væl brúkiligur.
- Vit hava drigið 51 stampar og hava umleið 13000 pund ella 6,5 tons. Tað er væl brúkiligur fiskiskapur, hóast tað er langt at fara út á bankan, tí vit hava verið burtur í 37 tímar. Tað sigur Gaurab, sum er skipari.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
- Fiskiskapurin er tó hugaligur, tí vit hava 5700 kilo av stórum toski, sum vit kalla toskur eitt. Restin er longa, hýsa, brosma og skøta, sigur hann.
- Veðrið hevur verið gott og tað hevur gingist væl, so tað er deiligt, sigur Gaurab.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald