Innanlands

Í Føroyum til viðlíkahald

Íslendski pelagiski trolarin Gullberg úr Vestmannaoyggjum liggur í hesum døgum á Havnini

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2026-06-18 18:04 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í hesum døgum liggur íslandski pelagiski trolarin Gullberg, úr Vestmannaoyggjum, á Havnini.

Gullberg var bygdur í 1998 til Shetlands. Í 2006 var hann keyptur til Íslands og fekk navnið Margrét. Seinni fekk hann navnið Beitir.

Í 2020 keypti Vinnslustøðin hf í Vestmannaoyggjunum skipið, og gav tí navnið Gullberg.

Skipið er 71 metrar langt, 13 metrar breitt, og lastar uml. 2000 tons. Motorurin er frá 2020.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Gullberg fiskar sild, svartkjaft, makrel og lodnu.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í gjár, har hann hitti tríggjar maskinmenn.

Uppá fyrispurning hví Gullberg lá á Havnini, svaraðu teir:

- Skipið er her tí Skipasmiðjan Mest skal gera ymiskt viðlíkahald. Harafturat skal skipið í dokkina á Skála, har  tað skal málast, botnurin vaskast og zinki skiftast. Møguliga skal skrúvuaksilin út. 

- Harafturat skal viðlíkahald gerast av trolspølunum, turbinin á høvuðsmotorinum skiftast og annað, siga Svanur, Óli Már og Theodór.

Uppá fyrispurning um hvussu nógvir av manningini vóru umborð, svaraðu teir skemtandi:

- Teir, sum arbeiða mest umborð, stríðast eisini nú umborð. Og tað eru vit, tríggir maskinmenninir.

Føroyska sjómansmissiónin ynskir teimum og sjófólkinum annars Guds signing og varðveitslu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder