KJ: Atlantic Fair søluráðstevnan hevur verið í Klaksvík seinastu dagarnar, og luttøkan hjá føroysku fyritøkunum sær út til at gera mun. Í gjár undirskrivaðu Bakkafrost Farming og KJ sáttmála um veitan av nýggjum aluminium arbeiðsbáti.
Talan er um arbeiðsbát, sum er níggju metrar langur og tríggjar metrar breiður. Arbeiðsbáturin hevur ein 320hk motor, ein 1,4 tonsmetur Palfinger dekskrana og ein tvey tons kopp. Umframt hetta hevur arbeiðsbáturin eisini eina bógskrúvu. Arbeiðsbáturin verður eftir ætlan veittur um árskiftið 2026/2027.
Avatalan um arbeiðsbátin varð undirskrivað á básinum hjá KJ, sum luttekók á Atlantic Fair í Klaksvík. Básurin hjá KJ var skrýddur og bygdur sum ein messa umborð á einum skipi, og hevur hugtikið nógvu gestirnar, sum hava vitjað messuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald