Innanlands

Syngjandi avstað

Hóskvøldið loysti nýggjasta skipið í flotanum, Katrin Jóhanna, og fór sín fyrsta túr

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

2018-12-29 20:55 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin

Hóskvøldið fór Katrin Jóhanna av Fuglafirði, har teir høvdu verið eftir útgerð.

Leiðin gekk suður móti markinum har svartkjaftaskipini royndu, tí teir skuldu á svartkjaftaveiðu.

Áðrenn teir loysti, hevði sjómanstrúboðarin andakt. Sangurin rungaði í messuni við undirspæla av harmoniku. Á skránni var sangur, bíbliuorð, vitnisburður og signingin.

[object Object]Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Aftaná var ein góður drekkamuður við ísi afturvið.

Stemningurin var góður og menn vóru spentir at sleppa avstað.

Tíggju mans fóru við og brøðurnir Árni og Hjarnar Dalsgaard, sum eisini eru tveir av eigarunum, fóru við sum skipari og stýrimaður.

[object Object]Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin