Í síðstu viku handaði KJ Bakkafrost enn eina nýggja tvíkilju, sum nú er klár at nýta til uppgávur á føroysku alifirðunum. Nýggja tvíkiljan, Toftanes, er bygd og serliga útgjørd til tær krevjandi uppgávurnar, sum hoyra til dagliga arbeiðið á einum alibrúki í Føroyum.
Handanin er enn ein varði í drúgva samstarvinum millum KJ og Bakkafrost. Fyrsta tvíkiljan varð handað alifelagnum í 1999, og síðani tá hevur KJ bygt og handað eina røð av tvíkiljum til felagið. Royndirnar frá hesum samstarvinum eru samstundis við til støðugt at menna tvíkiljurnar og tillaga tær til broyttu krøvini í alivinnuni.
Alskyns útgerð
Nýggja tvíkiljan er 20 metrar long og 9 metrar breið og er innrættað við denti á gott arbeiðspláss, trygd og smidligar arbeiðsumstøður hjá manningini.
Dekkið gevur góðar møguleikar at loysa ymiskar uppgávur kring alibrúkini. Umborð eru millum annað tveir Palfinger dekskranar – ein PK90002 og ein PK33002. Eisini er eitt 25 tons deksspæl á dekkinum, fýra 3 tons koppar og ein hydrauliskur koblingsplátuhaldari. Hetta ger tvíkiljuna væl egnaða til millum annað arbeiði við nótum, fortoyningum og aðrari útgerð á alibrúkunum.
Tvíkiljan er harumframt útgjørd við DP skipan, sum gevur manningini góðar møguleikar at halda tvíkiljuna støðuga á knattstøðu undir arbeiði.
Nógv megi umborð
Maskinorkan kemur frá tveimum FPT C13 motorum, sum hvør veitir 500 hk. Harumframt er tvíkiljan útgjørd við síðuskrúvu aftan og framman og tveimum Himoinsa 115 kvA generatorar, ið saman við aðrari tøkniligari útgerð tryggjar neyðugu orkuna og arbeiðsmegina umborð.
Tvíkiljur hava ein týðandi leiklut í dagliga arbeiðinum í alivinnuni, og krøvini til bæði útgerð, arbeiðsmegi og trygd eru vaksin nógv seinastu árini. Hetta sæst eisini aftur í nýggju tvíkiljuni, har dentur er lagdur á at skapa eitt sterkt og fjølbroytt arbeiðsamboð, sum kann loysa nógvar ymiskar uppgávur.
Tíðindaskriv frá KJ
Fleiri myndir av tvíkiljuni her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald