2026-09-09 11:31
Uppsjóvarskipini Birita, Arctic Voyager og Finnur Fríði hava øll verið á makrelveiðu í norskum sjógvi, og eru farin til Noregs at landa veiðuna.
Birita hevur umleið 150 tons av makreli, sum skal landast í Ellingsøya, har Finnur Fríði eisini hevur landað umleið 200 tons í nátt.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/04/03/890x590/1743713027htoqb74htt.webp)
Finnur Fríði (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Arctic Voyager er farin til Selje, har skipið skal landa umleið 240 tons av makreli.
Finnur Fríði er farin aftur á makrelveiðu í norskum sjógvi, og sum skilst so hava Birita og Arctic Voyager nú fiska teirra makrelkvotur.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2026/09/01/890x590/17882924799hcusvvxrs.webp)
Arctic Voyager (Savnsmynd: Filip M. Hammer)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald