Innanlands

Borgarin og Norðingur komin inn við makreli til Pelagos

Borgarin hevur landað 140 tons og Norðingur er komin inn við 150 tonsum.

Borgarin (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Borgarin (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-09-09 08:18 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipini Borgarin og Norðingur eru komin inn við makreli, sum skal landast til Pelagos í Fuglafirði.

Borgarin landaði fyrst, og hevði 140 tons, meðan Norðingur hevði 150 tons.

Bæði skipini hava roynt eftir makreli í norskum sjógvi, har flestu skipini royna í løtuni.

Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á makrelveiðu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder